Keypmannahavn 8.mai 2010
Dagur 4
Dagarnir her í Keypmannahavn eru ikki sovidagar – hvørki so ella so. Vit fara upp alt ov tíðliga (t.e. kl.07.30) og hava nokk á tapetinum hvønn dag.
Eftir morgunmat fóru vit beint til verka. Fóru niðan í kømurini at rudda, møttu við móttøkuna kl. 11.00 og so avstað. Í dag er nevnliga tann heilt stóri dagurin, sum øll hava glett seg til.
Byrjaðu dagin við vitjan á Planetariet, sum m.a. er ein 3D-biografur. Vit fingu frásøgn um planetirnar, og vit sóu fleiri 3D-stuttfilmir um havdjór og dinosaurar. Síðan fóru vit í tann stóra 3D-biografin og sóu filmin Sea Monster. Henda vitjan var eitt gott upplivilsi, sum hugtók næmingarnar.
Á heimleiðini fóru vit at keypa okkum mat, og tað merktist, at mammudagur er sunnudagin. Sóu mong sera vøkur blómutyssi. Komin aftur á Dan Hostel fóru vit beinanvegin at eta. Gott var at fáa breyð, góðan viðskera og frukt, og flestu næmingarnir vóru samdir, at hetta var besta máltíð á ferð okkara.
So kom tað heilt stóra TIVOLIJ. Og tað var bara sakin. Fóru í Tivoli kl.17.00 og vóru heima aftur um miðnátt. Flestu næmingar royndu tað mesta. Alt frá Dæmonen til Gylta tornið og radiobilar. Óføra stuttligt kvøld, sum setti spenning og stuttleikan í fremstu røð. So eftir ein góðan og drúgvan dag, fóru vit móð og kortini væl nøgd til hús – næmingar sum lærarar.

































