Sunnudagin 9. mai
Fimti dagurin her hjá okkum í Keypmannahavn byrjaði sum vant við morgunmati her á Dan Hostel á H.C.Andersens Boulevard. Og tað, sum eftir var av degnum, fór til mentan av ymsum slagi.Fyrst vitjaðu vit á Glyptotekinum her í miðbýnum, og fólk vóru sera hugtikin av øllum tí, sum hetta savn hevði at bjóða. Her vóru høvd og kroppar av gomlum heimsborgarum at skoða, og teir tóktust okkum so livandi, at teir eins væl kundu tosað til okkara.
Seinni gekk leiðin inn á kinverska matstovu, har vit sluppu at njóta góða matin og royna okkum við pinnum. Jú, onkur dugdi, men teimum flestu dámdi tó betur gaffilin og knívin.
Mett og væl sett hildu vit so leiðina út á Christiania. Tað tók eina góða løtu, men hetta var ein góður túrur. Ein svensk kona tók ímóti okkum og segði í stuttum frá søguni hjá hesum søguríka plássi í høvuðsstaðnum. Sjálv var hon komin hagar sum ferðafólk, tá hon var 27, og nú hon var væl í 60’unum, var hon enn ikki farin heim aftur. Tó hevði tað ikki altíð bara verið stuttligt at búð har.
Vit vóru aftur á Dan Hostel umleið klokkan 19.

































