Ein dagin, tá ið 4. flokkur hevði náttúru og tøkni vóru vit Uppi í Odda.
Har loystu vit ymiskar uppgávur. Vit kannaðu steinar. Vit máldu hædd og roknaðu út, hvussu nógv steinurin vigaði.
Vit gjørdu eina grúgvu og hitaðu kaka. So fingu vit heitt kaka aftur við matpakkanum.
Tey, sum vóru í regnklæðum, royndu at ganga undir einum fossi. Tað bar til, og tað var stuttligt at royna. Ein góður dagur, og øll vóru samd um, at tað var stuttligt at hava undirvísing úti í náttúruni.







































