Bindicaféin

Nytta úr endurnýtslutilfari.

Á bindicaféini á bókasavninum mikukvøldið 26. okt. 2011 lærdu Ingun Joensen úr Sørvági og Sanna Akselsen úr Sandavági okkum at gera mappur burtur úr tilfari, sum vit annars blaka burtur. Nógvar konur møttu – fleiri úr øðrum bygdum eisini. Eitt hugnaligt og áhugavert kvøld.

Næsta bindicafé verður mikukvøldið 30. nov. kl. 19 – 21. Øll eru vælkomin! Hvat evni verðu tá, er ikki komið heilt upp á pláss enn. Men tað verður lýst við uppsløgum og her inni á síðuni eina viku frammanundan.

 

Myndirnar frá febr. 2011, tá Nicolina Beder var gestur á bindicaféini eru ongantíð lagdar út. Tær eru nú við.