Heilsufrøðingurin

Frá 1. august í 2012 at rokna, er nýggjur heilsufrøðingur settur fyri Kollafjarðar skúla. Talan er um Sólrun Foldbo, sum umframt Kollafjarðar skúla eisini hevur skúlarnar í Sundalagnum sum sítt starvsøki.

Av tí at eingin heilsufrøðingur er á skúlanum í løtuni, verða bert átrokandi viðgjørd. Til ber í hesum sambandi at venda sær til Gigni á telefon nr.: 52 23 00 ella umvegis t-post á adressu: gigni@gigni.fo