Janus er ein stjørna
Mikudagin vóru næmingarnir í 1. – 6. flokk til framførslu í miðhøllini í skúlanum.
Aldubáran og Jensina Olsen framførdu fyri okkum. Fólkini í Aldubáruni spældu uppá ymisk ljóðføri, og Jensina Olsen fortaldi søguna um Janus. Meðan Jensina fortaldi, vórðu myndirnar í bókini vístar á veggin. Vit fingu eisini nógv at vita um stjørnuhimmalin.
Tá ið framførslan var liðug, sluppu vit at síggja tekningarnar hjá Edvard Fuglø, sum hann hevði brúkt til bókina "Janus er ein stjørna". Tekningarnar eru so sera flottar.

























