Trygg á netinum
Tíðindi
Samstarv millum SSP ráðgevingina og Dátueftirlitið
Dátueftirlitið og SSP ráðgevingin hava gjørt avtalu um at samstarva um Trygd á netinum í fólkaskúlunum í 2012.
Úrslitið av samstarvinum er, at allir 4. flokkar kring landið í tíðarskeiðnum 3. januar – 7. februar 2012 arbeiða við evninum TRYGGARI Á NETINUM.
Evnið er elektroniskt samskifti hjá børnum, og endamálið er at læra tey at ferðast tryggari á internetinum, læra tey at verja sínar upplýsingar og sítt privatlív og annars hvar markið er fyri, hvat er loyvt og ikki loyvt at gera á netinum.
Undirvísingartilfarið, ið nýtt verður, er bóklingurin "TAÐ ER TÍN AVGERÐ 2" og "SAMSPÆLIÐ".
Um orsøkina til samstarvið verður sagt at, "Elektroniskir samskiftismiðlar eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Fartelefonin og internetið eru komin fyri at verða, og neyðugt er at leiða børn og ung gjøgnum vandarnar á netinum."
|
Átakið, ið bæði vendir sær til børn og foreldur, verður upptakt til trygga internetdagin 7. februar 2012, ið Dátueftirlitið skipar fyri. Dagurin verður hildin á Býarbókasavninum í Havn har skipað verður fyri ymiskum kappingum v.m.
Kapping Í hesum sambandi verður skipað fyri kapping har allir 4. flokkar í landinum kunnu gera 5 góð ráð um góðar vanar ella gott vinarliga v.m. á netinum. Ráðini kunnu venda sær til børn, foreldur ella onnur og skulu snúgva seg um, hvssu ein kann ferðast tryggari á netinum.
Freistin at senda inn tey 5 góðu ráðini er: 3. februar 2012
Adressan sum sendast skal til er: post@datueftirlitid.fo
Vinningur
Vinnandi flokkurin sleppur at bowla í 1 tíma við tilhoyrandi matskrá á lokala bowling staðnum.
|
|
|




