Um bókasavnið:

Kollafjarðar bókasavn er opið hvørt mikukvøld frá kl. 19 – 21. Vit hava bøkur til allar aldursbólkur og allar áhugabólkar. Vit hava nærum allar føroyskar bøkur, sum verða givnar út, og vit fylgja væl við í tí, sum verður givið út á donskum. Ynskja tygum onkra bók, sum vit ikki hava, senda vit fyrispurningin víðari til annað bókasavn. Er hon í landinum, royna vit at fáa hendur á henni fyri tygum.