Sunnudagin vóru nøkur og vitjaðu søgusavnið í Perluni. Hetta var eitt sera áhugavert savn í einum sera vøkrum bygningi. Sama dag fóru nøkur busstúr til Geysir, Gullfoss og Tingvallir, so hesi vitjaðu Perluna mánadagin aftan á skúlavitjanina.
Umframt at vitja søgusavnið, var eisini tíð til at fara á kafeteria at fáa sær ein bita og útum at njóta vakra útsýnið yvir Reykjavík.




















