Reglur fyri lærarar og næmingar í Kollafjarðar Skúla
Morgunsangurin
Lærararnir ganga runt og savna næmingarnar saman á veg upp til morgunsang.
Morgunvaktin er niðri undir og tekur ímóti teimum, sum koma ov seint, og ansar eftir, at tey eru friðarlig. Ov seinir næmingar verða skrivaðir upp.
Fríkorterini
- Lærararnir hava garðvakt í fríkorterinum. Tey, sum hava garðvakt standa á vaktarlistanum, ið hongur ymsa staðni á skúlanum, og hesi eru úti ímillum børnini alt fríkorterið.
- Næmingarnir í 2. og 3. (mið og elstu) deildini eta matpakka í 2. fríkorteri. Tað er ikki loyvt at taka mat ella mjólk við út um skúlastovuna - frukt undantikin.
- Allir næmingar í yngstu- og miðdeildini skulu út úr stovuni í 1. fríkorteri. 1. og 2. flokkur eisini út úr stovuni 2. fríkorter. Næmingarnir í elstu deildini sleppa at vera inni í stovuni í fríkorterinum.
- Allir lærarar, sum hava yngstu deild, syrgja fyri, at flokkurin, teir hava havt, fer út úr skúlastovuni og heilt út í garðin, tá tað er veður til tað. Um veðrið ikki er ov vánaligt, skulu tey yngstu út í garðin í minsta lagi í 10 min.
- Eru nógvir næmingar í garðinum, skulu í minsta lagi 2 útivaktir vera, og ansast má væl eftir økinum aftan fyri skúlan og við ítróttarhøllina.
- Er veðrið ov ringt hjá næmingunum at vera úti, verður mælt til at lata fimleikarhøllina upp, men tað krevur, at minst ein - helst tvær - vakt er har alla tíðina. Tey sleppa í høllina soleiðis: 1. deild fyrsta fríkorter, 2. deild annað fríkorter, (3. deild saman við 2. deild og/ella eftir tørvi).
- Í fimleikahøllini er einki bóltspæl loyvt í fríkorterinum, og eingin sleppur upp í vindeygakarmin ella upp á rimarnar at sita. Tey kunnu í staðin t.d. spæla pikk, hoppa band, lastikk ella klíva eftir avmerktari breyt í rimunum.
- Tað er ikki loyvi at súkkla í fríkorterinum.
- Yngstu flokkarnir skulu vera í egnari lon 1. fríkorter. 2. fríkorter kunnu tey koma inn á bókasavnið (miðhøllina), um tey eru friðarlig.
- Ikki er loyvt at renna inni í skúlanum (fimleikahøllin undantikin). Øll, sum renna inni, skulu út um.
- Eingin spælir bólt inni. Verður onkur kortini tikin í at spæla við bólt inni, verður bólturin tikin inn á skrivstovuna fyri restina av degnum.
- Um vátt er uttanfyri, er loyvt at hoppa band í miðhøllini, um tað ikki er til ampa fyri hinar næmingarnar.
- Bert næmingar við teldukorti sleppa at arbeiða í teldunum í fríkorterunum. Síðsta fríkorterið sleppa teir elstu næmingarnir frítt inn á teldurnar.




