Mánadagin 31. oktobur gavst Alvilda at arbeiða sum vaskikona í skúlanum, eftir at hon hevði røk hetta starv í 27 ár. Í hesum sambandi var ein hátíðarløta hildin fyri henni á skúlanum, har øll starvsfólk skúlans vórðu boðin til ein bita.
Vit á skúlanum takka Alvildu fyri árini, hon hevur arbeitt her, og ynskja henni alt tað besta framyvir.





















