Fríggjadagin 4. juni var síðsti skúladagur hjá 9. flokki. Í hesum sambandi skipaði flokkurin fyri ymiskum. Byrjað varð í fimleikarhøllini við stuttligum undirhaldi. Síðani vóru allir næmingarnir og lærararnir býttir í bólkar, sum kappaðust í eini stuttligari og øðrvísi postarenning í skúlagarðinum og í gongina á skúlanum. At enda var grilling á skránni. Sigast má, at hetta var ein sera góður dagur, sum 9. flokkur eigur eina tøkk uppiborna fyri.