Fríggjadagin var yngsta deild í svimjihøllini í Klaksvík.Fleiri halda, at tað besta við svimjihøllini er tann stóri skreiðibanin. Hetta er aðru ferð,  vit hava verið í svimjihøllini í Klaksvík í hesum skúlaárinum. Nú fer svimjihøllin í Kollafirði at lata upp, so tá faa vit at svimja har. Í Kollafirði er eingin skreiðibani,  men har er ein vippa, so vit kunnu kava. Í Klaksvík ber ikki til at kava.  Tá ið vit vóru liðug at svimja, ótu vit matpakka, og so fóru vit við bussinum aftur til Kollafjarðar.