Svimjing í 1., 2. og 3. flokki

Lærarar: Birgit og Kári

1.flokkur:1. flokkur hevur altíð belti. Læra ígjøgnum spæl, geva næmingunum tíð til at koma at kenna seg trygg og glað at røra seg í vatninum. Hoppa av kantinum, spæla á stórari plátu, sparka við føtrunum meðan tey liggja á ryggi og búki haldandi í kantin. Prutla við munninum á vatnskorpuna.

2.flokkur:  Tey, sum eru klár til at sleppa beltinum, gera tað. Svimja onkusvegna 12 breiddir, bygt verður víðari á tað grundarlag tey hava fingið í 1. flokki. Hoppa av kantinum, vippuni, spæla á við stóru plátunum, dykka eftir ringum. Flóta á rygginum, Trýsta seg út frá kantinum liggjandi á rygginum og síðani flóta. Leggja seg og kasta seg á vatni. Fara so líðandi í gongd við svimjihættir sum t.d.  crawl, alt eftir sum tey eru klár til tess.

3.flokkur  svimja 14 breiddir ella 7 longdir t.d. crawl. Arbeiða víðari við svimjihættunum. Restina av tíðini spæla tey og hoppa av vippuni. Svimja undir vatni og dykka eftir ymiskum á botninum. Venja at kava frá stóli í hylinum. Venja at koppa út í hylin frá síðukantinum eftir høvdinum útí við ørmunum upp um høvd nertandi við oyrunum. Tey, sum hava hug og dirvi fara víðari til at kava frá kantinum ella av vippuna.