Flokkur: 4., 5. og 6. fl.

Lærari: Jón Højsted

 

 

Skúlaár: 2010-11

 

 

 

Lærugrein: Teld

 

 

 

Tímar um vikuna: 2 tímar um vikuna í 5 vikur, t.e. 10 tímar íalt

 

 

 

Lærugreinaøki hetta skúlaárið:

  • Teldan generelt
  • Word
  • First Class og internet, sum heild
  • Exel
  • Power Point – bert 5. og 6. flokkur
  • Photo Story bert 6. flokkur (um tíðin loyvir tí)

Mál fyri hvørt einstakt lærugreinaøki:

  • Næmingarnir skulu kenna høvuðspartarnar í telduni, og hvussu teldan í høvuðsheitum virkar. Harumframt verður í stuttum komið inn á søguna hjá telduni
  • Næmingarnir skulu duga at brúka forritið Word í ávísan mun – og 6. floks næmingarnir helst á tí, sum í vanligari talu er vanligt brúkarastøði , herímillum myndaviðgerð, scanning og prent
  • Í First Class er málið, at næmingarnir duga at brúka skipanina á ein slíkan hátt, at teir duga at brúka teldpost funktiónina og í hesum sambandi duga at viðhefta skjøl. Eisini verður komið inn á internetið sum heild, og í hesum sambandi verður nomið við gagnandi viðurskifti og vansar við internetinum
  • Exel: Næmingarnir skulu duga at brúka forritið grundleggjandi og kenna ávísar meginfunktiónir í tí, umframt at nakað verður arbeitt við uppseting í hesum sambandi.
  • Power Point: Málið er, at eldru næmingarnir, t.e. næmingarnir í 5. og 6. flokki, duga grundleggjandi funktiónir í forritinum, soleiðis at teir við teimum eru førir fyri at gera framløgur
  • Photo Story: Ætlanin er, at næmingarnir skulu megna at gera eina framløgu, sum lýsir eitt hvørt evni við at nýta forritið.

Arbeiðsháttur:

Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at næmingarnir í størst møguligan mun arbeiða sjálvstøðugt við teimum settu uppgávunum. Hvør næmingur hevur sína teldu, tá ið tey hava teld.

Framferðin verður skipað soleiðis, at greitt verður frá ella víst á stórskíggja, hvat gerast skal. Eftirfylgjandi fær næmingurin so eina bundna ella fría uppgávu, sum í størri og minni mun hóskar til tað, sum er gjøgnumgingið.

 

Endamálið er, at næmingurin lærir at brúka telduna og tey ymsu forritini, meðan produktið sum so ikki hevur týdning.

 

 

 

Tilfar og amboð: Teldurnar og ymiskt smárit um tey ymsu forritini umframt elektronisk skjøl.

Eftirmeting – nær og hvussu: Eftirmett verður saman við næmingunum, tá ið hvørt skeið er liðugt. Í eftirmetingini verður dentur lagdur á at fáa at vita, hvat næmingarnir meta seg hava fingið burturúr, hvat teimum hava dámt undirvísingina, og hvat teir halda kundi verið øðrvísi ella betri og evt. kundi verið lagt afturat.

 

Etirmetingin verður skjalfest til egna (og leiðslurnar) nýtslu framyvir.

 

Ársætlan latin inn – dagfesting:

15. septembur 2010

Undirskrift lærarans:

Jón Højsted