Kollafjarðar skúli
Almennar reglur fyri Kollafjarðar skúla
- Øll á skúlanum vísa virðing mótvegis hvørjum øðrum, skúlans bygningum og umhvørvi.
- Friður skal vera í høllini, meðan undirvísing fer fram.
- Næmingar í 1.-3. flokki skulu ikki koma í skúla við súkklu (tilráðing frá RFF). Tað er ikki loyvt at nýta súkklu, prutl, skateboard, rulluskoytur, rennihjól og tílíkt á skúlans øki í skúlatíðini.
- Øll møta til morgunsang.
- 1. – 7 fl. skulu ikki út um skúlans øki í skúlatíðini.
- Royking er ikki loyvd á skúlans øki.
- Fartelefonir, diskmen o.l., skulu vera sløkt og ikki vera frammi í tímunum. Verður henda regla brotin, verður luturin latin leiðsluni í varðveitslu. Tað eru foreldrini, ið skulu heinta lutin á skrivstovuni.
- Í skúlanum verður farið úr um beinini.
- Ikki er loyvt at eta og drekka í tímunum.
- Yvirklæðir skulu hanga uttanfyri stovuna.
- Næmingar skulu bert koma inn á lærarastovuna við átroðkandi boðum.
- Við fráveru boða foreldrini frá á skrivstovuni. Skrivstovan ber boðini víðari til flokslærararnar.




