Ársætlan í tónleiki 7. til 9. flokkur
Lærari: Birgit Rønne Hansen
Samanspæl fyrst og fremst. Næmingarnir flyta eitt sindur runt ímillum ljóðførini og summi syngja og spæla, meðan onkur er við fyri at syngja burturav.
Vit taka sangir úr Grønu Songbók, Okkara songbók, Ættirnar og av netinum.
Vit royna nógvar sangir av, men fara at velja nakrar burturúr, sum vit venja nógv og vónandi fáa at sita.
Vit brúka eisini tíð uppá at lurta eftir tónleiki. Vit skiftast um at spæla løg okkum dámar fyri hvørjum øðrum av netinum, av fløgu ella úr sangbók.




