Fríggjadagin vóru vit aftur uppi í Odda.

Vit sóu nógvar soppar og tosaðu um, at nakrir eru vandamiklir og at nakrir kunnu etast.

Síðan arbeiddu vit í bólkum.  Hvør bólkur skuldi vita, hvussu nógv navnorð vit kundu síggja á staðnum í  10 minuttir.

Til seinast grillaðu vit skúmfidusir. Tað  sirmaði eitt sindur, og hetta var fyrsti dagur í heyst, har fjøllini kring Kollafjørð vóru hvít. Grillin gav okkum hita í hendurnar og vit hugnaðu okkum, meðan vit grillaðu.

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S