Henrietta og Vár í starvslæru í 2. flokki
Í viku 36 og 37 hava Vár og Henrietta verið í starvslæru í 2. flokki. Fyrru vikuna arbeiddu tær við spæliskriving. Tað byrjaði við, at vit fóru ein túr niðan á Odda, sólin skein og veðrið var av tí besta. Næmingarnir hugnaðu sær og spældu á bønum, ímillum steinarnar og í ánni. Onkur fann eina holu ímillum nakrar stórar steinar. Túrurin uppi á Odda var brúktur sum íblástur til spæliskrivingina. Tær læraralesandi gjørdu hugarok yvir túrin og vístu næmingunum á glaru, hvussu ein brúkar spæliskrift. Síðani teknaðu næmingarnir eina mynd og skrivaðu um túrin.
Setningarnir, sum næmingarnir høvdu skrivað, vórðu skrivaðir á teldu og printaðir út og gjørdir til putlisøgur – setningurin verður kliptur sundur, fyri at næmingurin skal royna at finna útav at seta setningin saman aftur.
Seinnu vikuna varð arbeitt við samrøðuupplestri. Bókin, sum tær høvdu valt, var henda: Tá ið Emil skuldi taka tonnina hjá Linu.
Fyrst varð tosað um permuni á bókini, og næmingar komu við ymiskum søgum um Emil, sum teir kendu frá bókum og teknifilmum.
Henrietta las bókina upp og steðgaði við torfør orð, og tosað varð um týdning teirra.
Vár skrivaði yvirskriftir yvir søguna uppá talvuna, soleiðis at næmingarnir kundu fáa eitt gott yvirblikk yvir søguna. Tey torføru orðini vórðu eisini skrivað uppá talvuna.
Heiti stólurin varð brúktur, har ein næmingur skuldi sita og spæla, at hann var Emil, og restin av flokkinum setti honum ymsar spurningar. Næmingarnir sluppu at tekna eina hending í søguni og skriva um hana. Her kom spæliskrivingin aftur í brúk. Næsta dag las Vár søguna fyri teimum aftur, og næmingarnir tóku aktivt lut í frásøgnini.
Undirvísingin helt áfram við at næmingarnir fóru í holt við at skriva formbøkur. Vár og Henrietta høvdu gjørt skabilónir til næmingarnar at klippa bøkurnar út eftir. Og so var bara at fara í gongd við at klippa, tekna og skriva.
Henrietta og Vár høvdu bakað kaku til børnini, og tað hugnaðu vit okkum við tann síðsta tíman, áðrenn vit søgdu farvæl við tær og takkaðu fyri tíðina tær høvdu verið hjá okkum og tað, tær høvdu lært okkum.Hesar báðar vikurnar, meðan Henrietta og Vár vóru í starvsvenjing, høvdu næmingarnir fyri at lesa í “Loppugras”, ein bók við yrkingum hjá Sólrún Michelsen. Fløga fylgir við bókini, har nakrar av yrkingunum, sum Pauli Hansen hevur gjørt lag til, verða sungnar av einum skúlaflokki úr Eysturskúlanum.
Birgit Rønne Hansen, lærari í føroyskum í 2. flokki




















































