Verkætlan - ein gallaveitsla
Verkætlanin hjá 9. flokki í ár er at skipa fyri eini gallaveitslu. Veitslan verður fyri næmingunum í 7. og 8. flokki og lærarunum í elstu deildini. Veitslan byrjar hóskvøldið 30. sept. kl. 19.00 og endar kl. 23.00. Næmingar eru bidnir um at lata seg í til høvið, men hetta merkir kortini ikki, at teir skulu út at keypa nýggj klæði – men at teir skulu lata seg øðrvísi í enn til ein vanligan skúladag.
Veitslan verður roknað sum vanlig skúlagong. Hetta merkir, at allir næmingarnir í 7. og 8. flokki hava møtiskyldu til veitsluna. Av tí sama hava næmingarnir í hesum flokkum frí dagin eftir - fríggjadagin 1. okt. Bussur koyrir í samband við veitsluna.
Næmingarnir í 9. flokki eru bólkaðir í tríggjar bólkar við høvuðsevnunum: tónleikur/undirhald, dekoratión/hølið og matur.
Seinasta hósdag byrjaðu næmingarnar at arbeiða við verkætlanini. Og komandi hósdag skal so alt arbeiðið vera liðugt, tí tá skal tað endaliga úrslitið av hesi verkætlanini vísast fram við at tey sjálvi skipa fyri hesi veitslu.












































