Í seinastu viki og hesi vikuni hava 7. og 8. flokkur arbeitt við verkætlan. 7. flokkur hevur fyrireikað seturskúla í Vágum. Tey hava lagt til rættis alt frá flutningi, gisting, útferðum, mati, umframt at tey hava lagt eina kostnaðarætlan. Framløgurnar vóru fyri flokkinum og lærarum mikudagin 29. mars.

Hósdagin legði 8. flokkur fram sína verkætlan, har høvuðsevnið var tónleikur. Flokkurin skipaði framløguna sum eina tónleikakafe. 7. flokkur, 8. flokkur og lærarar vóru við til framløgurnar.