Uppskot til framløguhættir í verkætlanini hjá 1. – 6. flokki í Kollafjarðar skúla

1. flokkur:

Teknar, klippir, límar og setir upp á plakatir

Verkætlanin er eina viku í apríl

2. flokkur:

Arbeiðir við verkætlan innan náttúrulærugreinirnar, ger kanningar t.d innan gróður, velting, í ánni, í fjøruni.

Framløgan er t.d veltan, urtapotturin, jarðarstykkið, myndir, myndabøkur, tekningar, royndir, ið verða vístar...

Verkætlanin kann strekkja seg yvir eitt longri tíðarskeið, og framløgan er eftir tí, ið næmingarnir fáast við, t.d tá eplini skulu takast upp.

3. flokkur:

Framløgan er innan lærugreinina handverk og list.

T.d  pappmache, at gera maskur, fuglabúr, fuglar, dukkuhús, dukkuleik, tónleik, mat..

Flokkurin arbeiðir við verkætlan beint eftir heystfrítíðina.

4. flokkur:

Digtalt myndatól ella videotól verður nýtt til framløguna.

Dias show, videoklipp, myndarøðir.

Verkætlanararbeiðið er í mei. – Verkætlanin verður gjørd í samband við seturskúla.

5. flokkur:

Framløgan er skrivligt avrik, sum skal førast fram, t.d røða, leikur, sangur, yrking, søga, dukkuleikur, útvarpsleikur, blað...

Jólasjónleikurin er verkætlanararbeiðið í 5. flokki.

6. flokkur:

Framløgan er við Power Point. Flokkurin lærir Power Point í skúlaárinum, so øll duga at leggja fram á henda hátt til verkætlanina.

Verkætlanararbeiðið er í mai.

 

Allir flokkar skulu hava eina munnliga framløgu. Bólkarnir skulu duga at leggja fram, siga hvør er í bólkinum, hvussu arbeiðið er farið fram, hvat bólkurin hevur fingið burturúr og seta orð á tað, tey leggja fram um arbeiðið sjálvt.

Allir flokkar skulu nýta tónleik/sang í byrjanini av síni framførslu.

7. og 8. flokkur:

Verkætlaninin er í somu vikum, sum 9. flokkur er í starvsvenjing

Næmingarnir velja sjálvir framløguhátt.

9. flokkur:

Verkætlanarvikan verður beint fyri heystfrítíðina.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S