8. og 9. juni vóru 1. 2. og 3. flokkur á seturskúla í Hósvík. Vit byrjaðu við at ganga ein túr niðan eftir ánni og víðari niðan á Rishellu og steðgaðu eina løtu við vatnið har áðrenn vit tóku leiðina oman aftur til bygdina.  Um kvøldið fóru vit oman á sandin at hugna okkum. Fifavøllurin,  skúlagarðurin og alt uttandura gjørdu børnini dúgliga brúk av gjøgnum allan dagin.