Hósdagin 24. mars gekk leiðin suður á skoytubreytina. 1., 2. og 3. flokkur fyltu allan bussin – nærum 50 næmingar. Tað regnaði illa, meðan vit koyrdu suður, men so skjótt, vit komu á skoytubanan, sleit í, og veðrið helt sær, inntil vit aftur sótu í bussinum á Farstøðini. Tað var ein gáva, at veðrið var til vildar, og lætti nógv um hjá okkum.. Børnini hugnaðu sær á skoytubreytini, øll høvdu hjálm, meðan summi eisini høvdu verju við til hondlið og knø. Tá liðugt var á skoytubreytini, og øll høvdu etið sín matpakka, gingu vit yvir á Farstøðina. Á vegnum fóru vit líka ein túr út á Tinganes. Ein væleydnaður túrur.