Yngsta deild í Klaksvík
Fríggjadagin 14. januar vóru 1. 2. og 3. flokkur í Klaksvík og svumu.
Vit fóru við skúlabussinum, skippaðu morgunsangin og vóru á veg longu klokkan 10 minuttir yvir 8.
46 næmingar og 5 lærarar. Fleiri av teimum sum høvdu ligið sjúk dagarnar frammundan treiskaðust sjúkuna og komu við.
Onkur bleiv koyrisjúk/ur, men eingin spýði, og umleið eitt korter til 10 vóru fyrstu børnini longu úti í svimjihyljunum.
Best umtókt var uttan samanbering sliskan, sum Kári ansaði so trúliga, at ongin samanbrestur varð.
Onkur var nóg illa frísk/ur, men snýkti seg ein vassitúr í trappuni niður í hylin.
Tá vit høvdu vaskað okkum, fingu vit okkum at eta í gongini, áðrenn leiðin lá yvir til Føroya Bjór.
Tíverri lá framleiðslan still, so vit sluppu ikki at síggja, hvussu loyniligu uppskriftirnar hjá Einari blivu til perlandi Sisu og Jolly, men sodavatn fingu vit í ríkiligt mát.
So mikið, at Annika Waag fekk rætt í sínum spádómi um, at bussførarin hevði púrasta forroknað seg, tá hon segði, at tað tók bara ein lítlan tíma at koyra heim.
Hon hevði nemliga ikki lagt upp fyri, at sodavatn vil útaftur og tað skjótt, so steðga varð í Leirvík so lættast kundi um trýstið.
Í Hvalvík var trongdin so mikil aftur, at Kári mátti fram at tosa bussføraran upp í lag og fáa hana at steðga, so teir ringast sperdu sluppu av við restina av hinbersodavatninum.
Sjálvt um hon hevði bedýrað, at nú bleiv ikki stegðgað aftur fyrr enn í Kollafirði.
Líka mikið. Til Kollafjarðar komu við øll aftur í øllum góðum við fínum dunkum frá Føroya Bjór.
Ein frálíkur túrur, sum flest okkara eru samd um, eigur at verða gjørdur aftur.
























