1., 2. 3. og 4. flokkur vóru til sjónleik í Tjóðpalli Føroya. Tey sóu leikin Snati. Snati er í stuttum eitt ævintýr um ein fátakan drong, ið fer út í heimin at royna eydnuna. Hann endar hjá einum risa og tænir honum væl. Sum takk, sleppur hann at ynskja sær alt, sum inni er í risans húsi, tá hesin liggur til at doyggja. Drongurin ynskir sær tað, sum er aftan fyri stongdar dyr.

Tað er hundurin Snati. Drongurin og Snati fara til kong at biðja um arbeiði og við góðari hjálp og ráðgeving frá Snata endar drongurin við at gifta seg við tí vøkru prinsessuni.

Tá leikurin næstan var at enda komin - manglaði ein sjónleikari! Og so máttu tey fáa hjálp frá onkrum av okkara børnum. Sera stuttligt. Annika í 4. leikti leikin sum kolmeistari og lítil prinsessa sera væl. Hetta dámdi okkum at síggja.

Aftan á leikin fóru vit ein lítlan túr at hyggja eftir sluppum og bátum, meðan bíða var eftir bussinum at koyra norð aftur til Kollafjarðar. Myndirnar eru frá túrinum aftaná leikin.