Leys lærarastørv komandi skúlaár
Í Kollafjarðar skúla eru hesi størv leys at søkja:
Tvey tíðaravmarkað størv skúlaárið 2012/2013.. les meira her
Vallærugreinirnar
Roterings- og valskipanin í kreativu lærugreinunum í miðdeildini er liðug hetta skúlaárið. Seinasta skeiðið á 10 vikur hevur verið eitt valskeið, har næmingarnir sjálvir hava valt tvær lærugreinir. Næmingar, sum hava havt evning og handarbeið,i hava sett eina framsýning av avrikum sínum upp í miðhøllini í skúlanum.
Myndir frá evning- og handarbeiði og lutum, sum verða sýndir fram, síggjast her
Skrivligu próvtøkur fólkaskúlans
Skrivligu próvtøkurnar í 9. flokki eru í tíðarskeiðnum 14. - 22. mai 2012.
Skrá fyri skrivligu próvtøkurnar síggjast her
Lesiløta
Í døgunum 2. mai til 18. mai verður skipað fyri lesiløtu í yngstu deild og miðdeildini. Lesiløtan verður hvønn dag í hesum tíðarskeiði.
Les meira her
Sí lesitræið aftan á 1. lesiløtu her
Sí myndir frá lesiløtuni her
Ruddingardagur
Í sambandi við umhvørvisdagarnar í Tórshavnar Kommunu, skipaði Kollafjarðar skúli fyri ruddingarløtu týsdagin. Flokkarnir ruddaðu hvør sítt øki tætt við skúlan. Aftaná fingu næmingarnir frukt.
Myndir síggjast her
Fljóð Ljóð
Týsdagin, 1. mai hevði kvintettin Fljóð Ljóð konsert fyri næmingunum í Kollafjarðar skúla. Konsertin, sum var í ein hálvan tíma, var í miðhøllini beint eftir morgunsangin.
Myndir síggjast her
6. flokkur vitjan úr Danmark
Mánadagin 16. apríl fekk 6 flokkur vitjan av vinarflokki sínum frá Mølleskolen úr Ry, ið liggur tætt við Silkeborg.
Í fylginum vóru 22 næmingar, 2 lærarar og 3 foreldur. Les meira her
Til sangleik í Fuglafirði
Í vikuni hava 6 flokkar í Kollafjarðar skúla verið til sangleik í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Yngsta deildin var til leikin mánadagin og miðdeildin hósdagin, og flokkarnir lótu væl at leikinum.
Myndir síggjast her
Miðdeildin til frásøgudag
Mikudagin, 21. mars, var miðdeildin til frásøgudag í Norðurlandahúsinum. Evnið á frásøgudegnum var "Trø".
Myndir síggjast her
----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Myndir, sum verða tiknar av hesi síðu, verða lagdar í Myndasavnið ovast á síðuni ella í næmingamappuna, - far inn á næmingar og flokk!
Kollafjarðar skúli hevur tlf. 302550




