19.01.2024

Morgunløtan í skúlanum

Løtan undan 1.tíma er góð

Tað er gott at koma í skúla í góðari tíð. Tá ber til at sita saman við vinum á bókasavninum og lesa bøkur, práta og loysa uppgávur.
Ofta hava børnini okkurt áhugavert at fortelja okkum lærarum, ella eisini hava tey onkran forvitnisligan spurning, sum vit mugu finna svarið á. 
Eitt, sum dagliga gleðir okkum her á staðnum, er at hvønn morgun koma glaðir næmingar inn í skúlan og vit heilsa altíð hvørjum øðrum við at ynskja hvørjum øðrum góðan morgun.